Hálvfjalandi
Træverja 15 TIX er ætlað á alt slag av viði, óhølvaðum og hølvaðum, har ynskt verður at viðingin skal síggjast.
Viður sum er smurdur við Træverju 15 TIX hevur onga ávirkan á nærliggjandi gróður.
Tí er Træverja 15 TIX eisini vælegna á t.d. træverk í vakstrarhúsið.
Litur:
verður framleidd í fleiri grundlitum.
Leiðbeining
Á nýtt timbur:
Smyr fyrst við T12 Grundingsolju og síðan tvær ferðir við Træverju 15 TIX
Viðlíkahald:
Eina ella tvær ferðri við Træverju 15 TIX. Træverja 14 er klár og kann eisini brúkast sum endalag, um ynski er at liturin ikki skal gerast myrkari.
Máling:
Kann smyrjast á flatan við pensli, rullu ella sproytu.
Trygdarflokkur:
2 – 1
Tynna og reinsa amboð:
Mineralskt terpentin
Tíð at torna:
5-6 tímar við 20°C
Mála útyvir:
Eftir 4-8 tímar, alt eftir umstøðum
Tjúkd:
Um 15 sek. (DIN 4; 25°C)
Evnisnøgd:
Um 0,90 g/ml (25°C)
Turrevni:
Uml. 42% av nøgd ella uml. 36% av rúmd
Tilfarsnýtsla:
Uml. 10-16 m2/L alt eftir, hvussu nógv flatin drekkur í seg og umstøðum annars